Hóast landsstýrið ikki vil seta í verk skipan við koronupassi í Føroyum, so verður tað galdandi í náttarlívinum í Havn og í Klaksvík í kvøld.
Tað gjørdu 13 skeinkistøð greitt í gjárkvøldið.
Les eisini:Náttarlívið lurtar ikki eftir løgmanni – biðja um koronupass
Lanslæknin segði í gjár, at koppsett fólk smitta bara ein fimtapart av tí, sum ikki koppsett smitta, og tí mælir hann staðiliga til, at skipan við koronupassi verður sett í verk fyri at avmarka smittuna.
Tað sama segði Shain Gaini, serlækni í smittusjúkum, við útvarpið í dag.
Og tað sama hevur Pál Weihe, koronuráðgevi sagt fleiri ferðir.
Men løgmaður er ikki at vika. Sambært løgmanni, so er koronupassið eingin trygd.
Greitt er, at landsstýrið og farsóttarnevndin eru rúkandi ósamd um hendan spurningin.
Greitt er eisini, at ein vaksinunoktari er í landsstýrinum, Jenis av Rana, og at í minsta lagi ein er í Løgtinginum, Stefan Klein Poulsen.
Løgmaður sigur tó, at tað er fyri ikki at gera mun á fólki, at hann ikki vil seta skipan við koronupassi í gildi.
Men tað verður so gjørt við landamarkið, har farsóttarnevndin hevur tikið løgmann og landsstýrið av ræði – sum hon eisini hevur myndugleika til.
Men um vikuskiftið kunnu føroyingar, sum ætla sær í býin, í øllum førum royna koronupassið. Tí 11 skeinkistøði Havn og 2 í Klaksvík hava boðað frá, at tey ikki lurta eftir løgmanni, men eftir farsóttarnevndini.











