Við Ingu á ferð í Kinabrekkuni og Mattalág

Við Tórði á Túri: Inga Simonsen, Kinabrekkan og Mattalág við søguligum filmsbrotum og nútíðar myndum.

Tórður Mikkelsen, útvarpsmaður, og Inga Simonsen í Kinabrekkuni í Havn

Ljóðið er upprunaliga Kringvarps-samrøðan, sum Tórður Mikkelsen, fólkakærur kringvarpsmaður gjørdi í september í 2020, har Tórður prátaði við Ingu Simonsen, fødd Gunnarsson 21. apríl 1941. Hon vaks upp í Mattalág í vesturbýnum í Havn.

 

Tey skiftu orð um Mattalág, Kinabrekkuna og gomlu gøtuna í Mattalág. Sera dugnaligi ommusonurin hjá Ingu, Árni Laksáfoss Simonsen, hevur sett saman frálíku samrøðuna hjá Tórði Mikkelsen og frágreiðingina hjá Ingu Simonsen saman við søguligum filmsbrotum hjá Gunnari Gunnarsson (1916-1996), pápa Ingu og James Cordiner (1877-1962) úr Aberdeen, umframt við myndum sum Tórður Mikkelsen og Heri Simonsen, sonur Ingu tóku undir túrinum við "Tóri á Tórði" í Mattalág og í Kinabrekkuni í september 2020.

 

##med2##

 

Ljóðupptøka og samrøða: Tórður Mikkelsen, Kringvarp Føroya.

 

Myndir: Tórður Mikkelsen og Heri Simonsen.

 

Gamlar filmsupptøkur: Gunnar Gunnarsson (1916-1992) og James Cordiner (1877-1962) úr Aberdeen.

 

Sett hegnisliga saman: Árni Laksáfoss Simonsen.

 

Hugskot: Heri Simonsen.

 

Tórður Mikkelsen, útvarpsmaður, og Inga Simonsen í Kinabrekkuni í Havn