Í gjárkvøldið vísti DR1 sendingina Nak & Æd - en lunde på Færøerne. Talan er um eina heldur annarleiðis mat- og veiðisending, sum er í fleiri pørtum.
Hesaferð vóru teir báðir vertirnir Jørgen Skouboe og Nikolaj Kirk í Mykinesi, har teir skuldu fleyga lunda. Endamálið var at finna útav, hví so lítið er til av lunda í Mykinesi.
Upptøkurnar fóru fram í summar.
Vertirnir skuldu eftir ætlan fáa fatur á einum lunda, og síðani kanna innihaldið í maganum á lundanum, tí hetta møguliga kann vísa, hví so fáir lundar eru.
Teir rendu seg tó í ein trupulleika, tá teir vóru komnir til Mykinesar, tí har var eingin lundi.
Sostatt máttu teir gera okkurt annað, og teir valdu tí ístaðin at fleyga náta.
Hvussu tað gekst, ber til at síggja her










