Victoria Wild skal hava eina avbjóðing

Skal samrøða gerast við síðu 9 gentuna, so skal meining verða í. Tað er ikki nóg mikið at tosa um dildoir og stórar boppur. Tað sigur hyggjara redaktørurin hjá Tv2, Lars Bennike, í síni seinastu klummu.

Hann heldur, at skal ein slík kvinna, sum Victoria Wild, stillast fram saman við okkara morgun kaffi, so skal hon eisini útfordrast, eins og allir aðrir gestir hjá Tv2 morgunsendingini.

 

Hann heldur, at sendingin við Victoria Wild var óhóskandi, tí spurningar til hana vóru á lágum støði.

 

?Fert tú at brúka pengarnir uppá størri boppu? Hvussu er tað at standa nakin framman fyri øllum kongaríkinum?? Hesir spurningar eru á lágum støði, heldur Lars Bennike, sum heldur slíkar samrøður verða í lagi, um innihaldið er meira spennandi.