Ein nýggj kanning hjá ST hevur nú avdúkað, at heimsins størsta vatn, Vicroria-vatnið í Afrika, er minkað trý prosent tey bæði seinastu árini. Úrslitið er, at nógvar bygdir hava einki vatn longur, fiskifør bera við botn í heilum, og ferjur liggja strandaðar langt frá teimum gomlu bryggjunum.
Londini, sum eru kring Victoria-vatnið hava eina 60 ára gamla avtalu, sum ásetir, hvussu nógv vatn tey kunnu taka úr vatninum, men kanningin hjá ST kemur til ta niðuirstøðu, at Uganda brúkar nógv meiri vatn, enn tað kann sambært avtaluni. Daniel Kull, sum hevur staðið fyri kanningini, sigur við New Scientist magazine, at tey bæði seinastu árini hevur Uganda tikið umleið 55 prosent meiri vatn úr Victoria-vatninum, enn landið hevur loyvi til.
Orsøkin er eitt vatnorkuverk, sum Uganda bygdi fyri í 2002. Daniel Kull sigur, at longu stutt eftir at verkið varð tikið í brúk, fóru fólk at kæra seg um, at Victoria-vatnið var farið at minka. Nú hava kanningar so víst, at Victoria-vatnið hevur ikki verið so lítið seinastu 80 árini, sum tað er nú.
Minkar vatnið meiri, fer tað at fáa álvarssamar avleiðingar, tí Victoria-vatnið er lívsgrundarlagið hjá umleið 30 milliónum fólkum, sigur Daniel Kull.
Victoria-vatnið ella Lake Victoria er 70.000 ferkilometrar stórt og er í Uganda, Kenya og Tanzania.