Stutt fyri klokkan hálvgum fýra í morgun átti svenska krúnprinsessan Victoria eina dóttur. Gentan, sum kom í verðina á Karolinska-sjúkrahúsinum í Stockholm, er 51 sentimetrar long og vigar 3280 gram.
Hetta er tað fyrsta barnið hjá teirri 34 ára gomlu krúnprinsessuni og manni hennara, Daniel prinsi. Tey bæði giftust í juni í 2010.
Tann lítla gentan er nummar tvey í arvarøðini til ta svensku trúnuna.