Victoria eigur ikki at blíva drotning

Fleiri leiðandi svenskir politikarar halda, at svenska kongsveldið eigur at verða avtikið, tá Carl Gustav kongur doyr

? Rætturin at arva starvið sum ríkisleiðari er ikki sambæriligt við demokratiið. Tíðin er komin til at taka kongsveldið av, takka fyri tess tíð og at taka stigið ímóti einum nútímans lýðveldi.
Soleiðis stóð at lesa í einari grein, sum nakrir svenskir tinglimir kunngjørdu beint undan svenska tjóðardegnum, sum var í gjár. Tinglimirnir eru úr sosialdemokratiska flokkinum, Vinstraflokkinum og Umhvørvisflokkinum, men umframt teir høvdu nøkur týðandi vísindafólk og mentafólk skrivað undir.
Tað er einki nýtt, at politikarar á svenska vinstravonginum vilja hava landið skipað sum lýðveldi, men sambært Dagens Nyheter hevur kravið sjáldan verið so greitt sum hesaferð.
Kanningar í svenskum bløðum í gjár vístu kortini, at nógv tey flestu vilja varðveita kongshúsið, og at tey vilja hava Victoriu krúnprinsessu at taka við eftir faðirin.