Victoria Chaplin komin til landið

Victoria Chaplin, sum er dóttir víðagitna Charlie Chaplin, kom saman við manninum Jean Baptiste Thierée til Føroya mánadagin.Djórini komu eisini mánadagin, og í dag, mikudag, og í morgin verða sýningar í høllini í Norðurlandahúsinum undir heitinum »Le Cirque Invisible«, sum er ein partur av Listastevnu Føroya 2003.
Upplýst verður frá Norðurlandahúsinum, at atgongumerkini ganga sum heitt breyð, so um onkur ætlar sær at uppliva djórini og ósjónliga sirkus teirra, so er at skunda sær.