Donsku Champions League meistararnir í Hondbólti, Viborg, vunnu í gjár sonevndia Super-Cup. Dysturin var móti slovenska Krim Ljubljana, og endaði hesin við 31-26 sigri til donsku kvinnurnar.
Fram til seinastu 10 minuttirnar gekk tó javnt fyri seg, men tá gestirnir mistu Gabriellu Kindi, tá hon fekk sína triðju útvísing, kom munur av álvara í. Besti málskjútti hjá Viborg var Henriette Mikkelsen við 10 málum.