Súni Olsen hjá Viborg, og Christian Lamhauge Holst og Tem Hansen hjá Lyngby byrjaðu allir inni í botnbrakinum millum Viborg og Lyngby, sum var leiktur í Viborg í dag. Súni Olsen var skiftur út eftir 65 minuttir spæl. Christian Holst var ógvuliga eyðsýndur í 1. hálvleiki, og tað var eftir eitt skot frá honum, at Lyngby skoraði til 1-0. Málið til 2-0 var rættiliga føroyskt. Tem Hansen taklaði bóltin frá einum Viborg-spælara, og beindi hann yvir til Christian Holst, sum skoraði til 2-0. Men so vendi dysturin fullkomiliga, og Viborg tryggjaði sær ein 3-2 sigur.