Viborg tapti hálvfinaluna í steypakappingini

Liðið hjá Janu Mittún var á odda 22-19, men mátti lúta 24-27 fyri Nykøbing Falster

Tað verður ikki á hesum sinni, at Jana Mittún sleppur at royna seg í einari danskari steypafinalu.

 

Jana og liðfelagarnir í Viborg spældu tíðliga seinnapartin hálvfinalu í Santander Cup í Esbjerg. Mótstøðuliðið var gamla liðið hjá Anniku Fríðheim Petersen, Nykøbing Falster.

 

Eitt skiftið í seinna hálvleiki megnaði Viborg at venda 16-19 til eina 22-19 leiðslu, men Viborg megnaði ikki at halda fast, og endin var, at Nykøbing Falster vann dystin 27-24.

 

Í steðginum var Nykøbing Falster á odda 12-11.

 

Hin finalan millum Team Esbjerg og Odense byrjar klokkan 15. Dysturin um triðja plássið byrjar í morgin klokkan 12.30, og finalan byrjar klokkan 15. Bronsudysturin verður vístur á TV 2 Sport, og finalan verður víst á TV 2.

 

Jana skoraði eitt vakurt gjøgnumbrotsmál í dagsins hálvfinalu. 

 

Lærke Nolsøe Pedersen, ið er av føroyskari ætt skoraði fýra mál fyri Nykøbing Falster.