Viborg tapti fyri nærmasta kappingarneytanum

Liðið hjá Janu Mittún datt av fjórða plássinum

Í kvøld spældu Jana Mittún og liðfelagarnir dyst á útivølli móti Nykøbing-Falster í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Nykøbing Falster vann dystin 31-26. Í steðginum var heimaliðið á odda 18-16.

 

Jana var noterað fyri eitt mál, men royndist aftur væl við assistum. Í kvøld legði Jana upp til fýra mál.

 

Við ósigrinum misti Viborg fyribils fjórða plássið til Nykøbing Falster. Viborg er nummar fimm í deildini við 28 stigum fyri 23 dystir. Nykøbing Falster hevur 29 stig.

 

Viborg hevur tríggjar dystir eftir at leika í grundspælinum.

 

Mikukvøldið 26. mars hevur Viborg heimadyst móti verandi meistarunum, Team Esbjerg.