Viborg spældi javnt

Súni Olsen var ikki við í hópinum, tá Viborg í gjár vitjaði hjá AGF í røttum botngysara í donsku superliguni.

Súni hevur drigist við ein minni skaða, og tí fekk hann ikki spælt í gjár.

Dysturin endaði við málleysum javnleiki, og er Viborg sostatt framvegis seks stig aftan fyri AGF, sum liggur beint oman fyri niðurflytingarstrikuna.