Martin Agnarsson og liðfelagarnir í superligaliðnum, Viborg halda fram við fyrireikingunum til superligan fer í gongd aftur 14. februar.
Tíðliga í dag leikti Viborg á útivølli móti grannaliðnum, Silkeborg. Dysturin endaði við javnleiki 2-2. Viborg fekk javnað til 2-2 beint áðrenn seinasta bríksl.
Silkeborg IF – Viborg FF 2-2
0-1 Mads Søndergaard (14.)
1-1 Tonni Adamsen (39.)
2-1 Anders Klynge (78.)
2-2 Carl Christensen (90.)
Martin Agnarsson kom á vøllin tá 81 minuttir vóru leiktir.
Komandi sunnudag spælir Viborg aftur ein venjingardyst á útivølli móti einum superligaliði. Hesaferð verður tað ímóti AGF.
Fríggjakvøldið 16. februar spælir Viborg dyst í superliguni á heimavølli móti OB.