Fótbóltur
Í seinastu viku var vágbingurin og landsliðsspælarin, Símun Samuelsen, til royndarvenjingar hjá danska superligufelagnum, Viborg.
Venjarin hjá Viborg, Ove Christiansen, hevði sjálvur ynskt at hyggja nærri at evnaríka spælaranum, og tó at eingin handil spurdist burtur úr í hesum umfarinum, so eru dyrnar als ikki læstar.
- Teir í Viborg vildu fyrst og fremst síggja Símun sjálvir, sigur Jákup í Stórustovu, leikaraumboðsmaður.
Hann leggur dent á, at tað sum so ikki var ætlanin, at spælarain skuldi seljast her og nú. Men at teir í Viborg sjálvir vildu síggja spælaran undir venjing, soleiðis at teir kundu gera av, hvørt teir skuldu fylgja honum enn nærri.
Símun Samuelsen fer nú aftur til Íslands, har hann eisini komandi kappingarárið er sáttmálabundin at Keflavík. Teir gjørdust í ár nummar fýra í íslendsku kappingini, og nú eru teir so farnir í holt við fyrireikingarnar til enn komandi kappingarár.