Fyrrverandi framherji hjá Vibrog skal nú skjóta mál á Fløtugerði í Fuglafirði. Talan er um 23-ára gamla Christian Muomaife. ÍF hevði í fjør eitt rímuliga væleydna kappingarár. Liðið endaði á fjórða plássi og kom í steypafinaluna, sum teir tó taptu. Nú skrivar heimasíðan hjá ÍF, at teir hava gjørt sáttmála við Christian Muomaife, sum hevur royndarvant við ÍF fyrr í ár.
ÍF heimasíðan skrivar millum annað:
Chris er 23 ára gamal, og hevur 5 ára royndir frá donskum fótbólti, har hann hevur leikt 81 dystir og skotið 17 mál fyri Viborg F.F. yvir eitt tíðarskeið uppá 4½ ár, og var síðan útleigaður til Hobro í ½ ár í fjør, har hann ikki fekk nógva spælitíð vegna skaða. Chris er sera spentur uppá at koma í gongd, og er ógvuliga glaður fyri at gerast ein partur av ÍF hópinum.
Christian Muomaife, ella bara Chris, hevur gjørt sáttmála fyri komandi kappingar ár. Seinasta freist at flyt millum feløg í Føroyum er í morgin á midnátt.