Fáar dagar aftan á eitt strævið Final Four vikuskifti í donsku steypakappingini, nevnd Santander Cup, ferðaðust Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg suður til Aabenraa at spæla dyst móti Sønderjyske í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Tað eydnaðist Viborg at vinna dystin 33-31. Í steðginum var Viborg á odda 14-11. Jana var noterað fyri tvey upplegg til mál (assist).
Við sigrinum er Viborg nú nummar fimm í deildini við 14 stigum fyri 13 dystir.
Mikukvøldið 10. januar spælir Viborg dyst á útivølli móti Horsens í bestu deildini.