Leygardagin klokkan 12.15 vísir ítróttarrásin á Televarpinum, Viasat TV2 Sport oddadystin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini millum Viborg, og liðið hjá Christian Høgna Jacobsen, AB.
Viborg liggur á triðja plássi í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 42 stigum. AB liggur sum nummar fýra í deildini við 40 stigum.
Christian Høgni spældi við eykaliðnum hjá AB týskvøldið. Eykaliðið hjá AB vann 5-2 á B93. Christian Høgni skoraði til støðuna 4-2. Christian Høgni var liðformaður hjá eykaliðnum henda dagin. So er at vóna, at Christian Høgni verður partur av hópinum hjá AB, sum møtir Viborg á útivølli leygardagin.