Viberg við nýggjari Anitu

Viberg Sørensen, reiðari í Trongisvági, hevur nú fingið eina nýggja Anitu. Skipið er keypt í Lettlandi fyrr í summar, men hevur verið á beding í Litavia, har tað er klassað, umbygt til garnaskip og hevur fingið bláa litin hjá gomlu Anitu

Í vikuni kom skipið á Havnina, og tá klárt er at loysa einaferð seinni í ár, fer Anita á garnaveiði. Enn er ymiskt at gera, áðrenn farið verður á fyrsta túrin.

Anita, sum er 47 metrar long og 10 metrar breið og hevur frystilast, verður eitt skip á støði við onnur nýggj og nútímans fiskifør um okkara leiðir. Skipið er smíðað í Noregi í 1987.

Nú Anita er vorðin partur av føroyska fiskiskipaflotanum, verður heimstaðurin Trongisvágur.