Viasatdeildin hevur hægri støðið enn Formuladeildin

Í samrøðu við Rás2 í dag varð føroyski landsliðsspælarin ikki í iva um, at næstbesta fótbóltsdeildin í Danmark, Viasatdeildin hevur eitt hægri tekniskt støðið, enn føroyska Formuladeildin. Liðini í Viasatdeildini spæla meir fótbólt, meðan uppgerðirnar í Formuladeildini eru meira harðar uppgerðir, har ríkiliga nógv av harðligum spæli verður loyvt av dómarunum. Væl hevur gingist hjá AB og Christian Høgna. Eftir 3 umfør hava teir í Akademisk Boldklub fult stigatal, 9 stig, og málmunin 7-0. Christian Høgni hevur longu skotið 3 mál, og følir hann sjálvur, at tað hevur gingið væl í hond. Hann byrjaði á beinkinum í fyrsta dystinum á útivølli ímóti Kolding. Men tá kom hann inn og skoraði eitt mál í 4-0 sigrinum. Seinasta vikuskiftið skoraði Christian Høgni bæði málini í 2-0 sigrinum hjá AB á útivølli í Køge. Sunnudagin tekur AB ímóti gamla stórliðnum úr Silkeborg. Silkeborg hevur 7 stig eftir 3 dystir, og er veruliga talan um eina toppuppgerð. Dysturin millum AB og Silkeborg í Gladsaxe byrjar kl. 14