Eisini Viaplay steðgar nú við framleioðslu av donskum tilfari – í øllum førum fyri fyrst.
Tað skrivar Viaplay í einum opnum brævi til Producentforeningen og Create Danmark, sum umboðar framleiðarar og filmsfólk sum eitt nú filmshandritshøvundar.
Hesi feløg hava fyri kortum gjørt eina nýggja avtalu um rættindi, sum fleiri stroymingtænastur eru sera harmar um. Eisini Netflix og TV2 Play hava vegna avtaluna steðgað donskum filmsframleiðslum.
Avtalan kom í gildi í januar og skal tryggja listafólkum ein størri bita av fíggjarligu køkuni, men tað hevur altso sambært stroymingartænastunum ov stórar handilsligar avleiðingar fyri tær.
– Til vit hava fingið eina burðardygga avtalu, er eingin annar møguleiki hjá okkum enn at steðga menning av fleiri donskum filmsverkætlanum.
– Seinni vóna vit, at vit kunnu finna eina rímuliga loysn, so vit aftur kunnu framleiða fiksjón í Danmark og harvið uppfylla stórbæra mál okkara at gerast størsti veitari av filmum og røðum á donskum, skrivar Filippa Wallestam, sum er chief content officer hjá Viaplay, sum best kann samanberast við innihaldsstjóra.
Hon skrivar harumframt, at avtalan saman við mentanargjaldinum upp á seks prosent, tað er tann parturin av nýggju politisku miðlaavtaluni, kann enda við at gera Danmark til »ein láprioritetsmarknað í samband við íløgur í lokalt innihald«.
Mentanargjaldið er ein nýggj uppfinning, sum verður løgd á stroymingstænastur. Tað merkir ítøkiliga, at tænasturnar skulu gjalda eitt gjald upp á seks prosent av umsetningi teirra í Danmark.
Avtalan millum Producentforeningen og Create Danmark er galdandi í tvey ár.
/ritzau/