Viagra kostað 13 monnum lívið

Sambært danska heilivágstýrinum eru minst 13 danskir menn deyðir av Viagra-tablettum tey seinastu tíggju árini. -Í teimum flestu førunum hava tablettirnar gjørt, at blóðtrýstið er fallið so nógv, at ov lítið blóð er komið til hjartavøddin. Tað kann hava við sær, at sjúklingurin doyr, sigur Doris Stenver í heilivágstýrinum við Ekstrablaðið.

Hon ásannar, at Viagra-tablettirnar kunnu hava kravt fleiri mannalív enn tey tíggju, sum stýrið veit um.

Í 2005 fingu meiri enn 40.000 danskir menn Viagra-tablettir eftir ávísing frá lækna.