Viagra ikki longur tabu

- Fyrr vóru menninir flóvir, tá teir komu at biða um Viagra, men ein hugburðsbroyting er farin fram, tí soleiðis er ikki í dag, sigur Freddie Poulsen, kommunulækni

- Fyrr vóru menninir flóvir, tá teir komu at biða um Viagra, men ein hugburðsbroyting er farin fram, tí soleiðis er ikki í dag, sigur Freddie Poulsen, kommunulækni í Havn.

 

Hann metir, at júst hugburðsbroytingin er ein av orsøkunum til, at nýtslan av Viagra í Føroyum er økt við 50 prosentum seinastu trý árini.

 

- Fleiri menn hava í dag royndir við Viagra í mun til fyri fáum árum síðani og eru meira avslappaðir um tablettirnar, og tískil er tað eisini ein nattúrlig avleiðing, at nýtslan økist, sigur Freddie Poulsen.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Freddie Poulsen greiða frá nýtsluni av Viagra í Føroyum.