Higartil í ár eru 47 norskir ferðamenn deyðir, meðan teir hava hildið frí í Teilandi. Norska sendistovan sigur, at í flestu førum er talan um menn í fimmtiárunum, sum eru deyðir eftir at hava tikið Viagra-tablettir. Í Teilandi kann ein keypa Viagra-tablettir í hondkeypi uttan at tosa við lækna fyrst. Sendistovan vísir á, at nógvur hiti, rúsdrekka og Viagra-tablettir er ein vandamikil blanding, ið kann fáa álvarssamar avleiðingar.