Við veðrum norðuri í Urðini

Veðrið var tí fagrasta hetta mánakvøldið 30. apríl, tá 12 miðvingar, 12 veðrar og ein tíðindamaður løgdu til brots av Oyrargjógv.

Hann hevði ligið við lágætt nakrar dagar, og nú vóru bæði veður og alduhædd til vildar.

Endamálið hjá hesum víttfevnda ferðalagnum var at sigla hesi heystlombini norður í Miðvágsurð.

Komnir á staðið, vórðu veðrar og manning stjórað í land við lítlari jollu, og síðani vórðu teir ferføttu sleptir leysir.

Her sleppa teir at ganga til einaferð út í september mánað, tá farið verður eftir teimum aftur.

Við í ferðalagnum vóru hesir 12: Kári á Presttrøðni, Tórður á Presttrøðni, Neinbjørn Nattestad, Wensil Nattestad, Dagfinn Petersen, Dagbjørn Hansen, Jónleif Jørgensen, Rani Hanusarson, Jón Jørgensen, Kenneth Gaardlykke, Gerhard Hansen og Jóhannus Nattestad. 

(Sí annars myndatema á www.portal.fo)