Viðv. teilendingum í Skálavík

Rætting til skriv í Dimmalætting og Útvarpinum um teilendingarnar í Skálavík. Við vón um at Dimmalætting og Útvarpið vilja hava tað, sum sannari er.

Hendrik Tausen
Skálavík
??????????????

Ongan góðan
Dimmalætting sigur, at teilendingarnir í Skálavík ongan góðan eiga. Teilendingarnir eiga ongan góðan á Dimmalætting. Tey eiga nógvar góðar aðrastaðni, serliga í Skálavík. Hví kunnu tit ikki tosa við tey, sum hava okkurt gott at siga? Hví vildu teir báðir, sum vóru í Skálavík fríggjadagin 23/04 ikki tosa við borgarstjóran? Passaði tað ikki til tíðindini, um hann hevði okkurt positivt at siga? Teir gingu framvið honum, har hann stóð og arbeiddi uttan fyri fiskavirkið, hóast eg hevði sagt teimum, at hann stóð har.
Hvat hevur Randi Jacobsen fyri sær, tá ið hon skrivar um hungur hjá teilendingunum í Skálavík? Hvar er tann granskandi journalistikkurin? Heldur Randi Jacobsen veruliga, at tað bert handlar um at selja blaðið? Veit hon ikki, at hon skrivar um fólk? Fólk hava sál. Tað er faktiskt ein beistagerð, sum hon ger við hasum fullkomiliga óváttaðu tíðindunum. Hatta vil eg kalla, at journalisturin skeyt seg í fótin.

Útvarpið
Tá ið so Útvarpið í tíðinda-sending fór í smiðju hjá Dimmalætting og velur alt tað negativa burturúr, og gevur tí eina umdreyðing aftrat til ta skitnu síðuna, tá fallast mær hendur. Hví ikki spyrja onkran í Skálavík, hvat ið gongur fyri seg har? Er tað virkuliga so, at er bert sleyg og slatur, sum eru góð tíðindi?

Fakta um teilendingarnar
Hvat er so fakta um teilendingar í Skálavík? M.H. Export, sum er arbeiðsgevari hjá teilendingunum, flutti frá Lopra til Skálavíkar summarið 2003. Virkið átók sær at royna at fáa flakavirkið har at koyra. Royndin stóð frá fyrst í juni til seinast í November, tá vit noyddust at steðga, orsakað av trupuleikum i at sellja upsa.
Vit ásettu okkum beinanvegin at kanna aðrar møguleikar, fáa fleiri í part við okkum og fáa fígging til hetta. Vit spurdu teilendingarnar um teir vildu vera við í hesum, tí treytin fyri at flakavirkið í Skálavík kann virka er, at serliga teir eru við. Tað er ikki arbeiðsfólk til staðar í Skálavík til at manna virkið. Tað er roynt fyrr, men mislukkað. Nakrir fóru til Teilands at bíða, meðan aðrir søgdu seg fúsar ar bíða her. Hendan roynd okkara at fáa virkið at koyra, hevur tikið meiri tíð enn vit roknaðu við. Í skrivandi løtu eru vit komnir í gongd.
Tað undarliga, sum hendir fyrsta dagin, ið teilendingarnir eru til arbeiðis, er at Dimmalætting skrivar um hungur og neyð í Skálavík. Alt skrivið byggir á slatur og sleyg.
Hvat er galið við at fara á seiðaberg? Kann tað ikki vera, at onkur heldur tað vera stuttligt? Eg royndi at forklára blaðmanninum, hvørjar siðvenjur teilendingarnir hava, tá tað snýr seg um mat. Eg helt faktiskt, at føroyingar vóru so upplýstir og sigldir, at teir kunnu skilja, at tað í dag finst ein onnur verð uttan fyri Føroyar. Blaðmaðurin vendi tí, sum eg segði fullkomiliga á høvdið. Tað, sum eg royndi at siga var, at tveir triðingar av tí sum teilendingarnir eta er rís. Teir eta rís og onkran kjøt- ella fiskabita afturvið á morni, døgurða, seinnapart og sama á kvøldi. Hetta er teirra siðvenja og hví kunnu teir ikki hava hana? Hví skulu heimføddir journalistar fáa hetta til nakað annað?
Eg eri vísir í, at teir flestu føroyingar kunnu síggja, at hetta má vera ein bíligur máti at liva uppá. Tað var tað sum eg fortaldi, at forbrúkið var umleið 1500 kr/mðn. Eg segði eisini útrykkiliga, at tey betaltu onga leigu meðan einki arbeiði er.
Tað er ein matvøruhandil í Skálavík, hví hevur ikki verið spurt har, um teilendingarnir eru kundar har? Eg kann upplýsa tað, sum eg hoyri í bygdini um, at tá tað er tilboð t.d. uppá høsnarungar og fleskasteikir, tá skulu skálvíkingar vera skjótir um teir skulu fáa nakað, tí teilendingarnir tøma kølidiskin.
Tað er ymiskt annað, sum teilendingunum dáma væl at eta. T.d. Høggislokk og makrel. Tá hetta verður nevnt hugsar onkur kanska, hvat hetta er fyri nakað. Hetta er jú agn, men úti í tí stóru verð er hetta jú luksusmatur. Neytavembur kosta nógvan pening í Teilandi. Innmat yvirhøvur úr neytið verður blakað burtur av føroyingum. Av hesum kann siga, at tað er bíligt hjá teilendingum at búgva í Føroyum. Tað ger akkurát tað sama um tey hava lítið arbeiði ella nógv arbeiði forbrúkið eru tær somu 1500 kr/mðn.
Tað kann upplýsast, at hesir 17 teilendingarnir tjentu í 2002 og 2003 ca. 3,500.000 milliónir. Eg haldi, at tað eru nógvir arbeiðsleysir føroyingar, sum hava tað verri enn hesir teilendingarnir.
Hesi skriv, sum hava verið nú í langa tíð um teilendingarnar í Skálavík, er ein forfylging og niðurgerð av teimum. Tey skilja als ikki hví, og tey vita ikki um tey hava gjørt nøkrum nakað.
Eg eri púra vísur í, at tey flestu í Skálavík eru samd við mær í, at hetta er fitt fólk og eru ongum til fortreð. At tey eru bangin og steingja seg inni er forferdiligt tvætl. Tað einasta, sum allir her vilja er, at fólkið fær frið. Eitt er at skriva til at selja bløð, eitt annað er at niðurgera útlendingar. Tað kann væl koma aftur um brekku.
Eg stóli fullkomliga uppá, at Skákavíkar Kommuna sær til, at teilendingarnir ikki líða neyð.