Eisini verður sett spurnartekin um gegnið hjá fyrisitingini at kunna áseta eina manning á skipini hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni. Víst verður á, at Sjóvinnufyrisitingin hoyrir til sama stýri sum Vaktar- og Bjargingartænastan.
Sjóvinnufyrisitingin kann upplýsa, at tá ið manning verður sett á eitt skip, verður gingið eftir løgtingslóg um manning á skipum. Í hesari lóg er tað staðfest, at tað er Sjóvinnufyrisitingin, sum umsitur hesa uppgávu.
Eisini er ásett í hesari lóg, at bæði reiðari og sjómannafeløg kunnu kæra eina avgerð um manningarásetan til Sjóvinnuráðið, sum so kann taka eina endaliga avgerð í slíkum máli. Í Sjóvinnuráðnum sita umboð fyri bæði reiðarafeløgini og sjómannafeløgini. Formaðurin í ráðnum er sorinskrivarin.
Sjómannafeløgini hava eisini brúkt hendan rættin og fingið økt manningartalið.
Tá ein avgerð er tikin í Sjóvinnuráðnum, verða manningarskjølini rættaði samsvarandi avgerð ráðsins.
Á sama hátt sum feløgini hava rætt til at kæra eina manningarásetan, kunnu tey eisini kæra eitt undantaksloyvi.
Sjómannafeløgini leggur nú Sjóvinnufyrisitingina undir at fara út um sínar heimildir og at leggja seg út í lønarstríðið við Fíggjarmálastýrið við at geva undantaksloyvi til »Tjaldrið« at sigla við einum persóni færri enn ásett er í manningarskjalinum.
Sjóvinnufyrisitingin undrast á eina slíka útsøgn frá feløgunum og at feløgini nú seta spurnartekin við hetta undantaksloyvi. Skipið hevur áður havt hetta loyvið, uttan at feløgini tá mótmæltu hesum. Í februar 1995 søkti Vaktar- og Bjargingartænastan um at fáa loyvi til í undantaksføri og í avmarkaðari tíð á døgninum, um at kunna sigla við skipinum, uttan at hava fulla manning umborð.
Serliga varð víst á møguleikan um at kunna flyta skipið millum havnir, uttan at øll manningin var umborð.
Sjóvinnufyrisitingin gav tá eitt undantaksloyvi, sum var tíðaravmarkað. Tað, sum Sjóvinnufyrisitingin nú hevur gjørt er, at forleingja hetta loyvi. Hetta loyvi, sum kann brúkast í undantaksføri og í einum tíðarskeiði, sum ikki má fara útum 12 tímar í einum samdøgurið, setur ikki til viks avgerðina um, hvussu nógvir persónar skulu vera knýttir at skipinum. Sostatt er avgerð okkara ikki knýtt at nøkrum stríði um lønarviðurskifti.
Viðv. spurninginum um gegni, kann verða víst á §§2 og 4 í løgtingslóg um manning á skipum, nr. 63 frá 3. juli 1998, har tað er staðfest, at tað er Sjóvinnufyrisitingin, sum kann seta manning á føroysk skip.
Sjóvinnufyrisitingin er, sambært lógini, fyrisitingarliga skipað undir landsstýrismanninum í sjóvinnumálum.