Viðvíkjandi setan av landsantikvari

Nevndin í Magistarafelagnum hevur í samráð við lim okkara, Símun V. arge, viðgjørt viðurskiftini í sambandi við avgerð landsstýrismansins í mentamálum at seta ein annan í starv sum landsantikvar, heldur enn at fylgja einmæltu tilmælunum frá setanarnevndini. Nevndin hevur grundað sína viðgerð m.a. á tey skjølini viðvíkjandi málsviðgerðini, ið Símun V. Arge hevur fingið innlit í frá Mentamálaráðnum.

Nevndin vil við hesum gera vart við fylgjandi viðmerkingar og spurningar til málið, sum tilsamans skapa grundarlag fyri, at setanin eigur at verða gjørd til einkis.

1.Starvslýsingin ? mismunur í krøvunum til persónligan førleika í Føroyum og Danmark

28. september 2002 var lýsing í føroysku bløðunum eftir nýggjum landsantikvari. Eftir avtalu við Mentamálaráðið hevði Magistarafelagið sæð og góðkent hesa lýsing frammanundan í tí líki hon hevði í bløðunum. Felagið varð tó ongantíð kunnað um, at ætlanin var eisini at lýsa starvið í donskum í Magisterbladet í Danmark, og fekk felagið heldur ikki donsku lýsingina til viðmerkingar.
17. oktober 2002 stóð lýst á donskum í Magisterbladet, men nú við tveimum ískoytum, sum ikki eru í føroyska lýsingartekstinum. Hetta varnast vit ikki í nevndini fyrr enn hon fær málið til umrøðu eftir at setanin er framd.
Hesi bæði ískoyti eru:
1) Undir yvirskriftini Personlige kvalifikationskrav varð tikið við í donsku lýsingina fylgjandi, sum ikki var í føroysku lýsingini:
?og at lede arbejdet på en sådan måde, at institutionen fortsat har en faglig og forskningsmæssig profil både i det færøske samfund og uden for Færøerne.
2)Undir yvirskriftini Vit kunnu bjóða/Der tilbydes, er fylgjandi munur á føroysku og donsku lýsingarnar:
Eitt fakliga krevjandi starv við nógvum avbjóðingum og samstarvi við aðrar stovnar og myndugleikar
En fagligt krævende stilling med mange udfordringer og samarbejde med andre institutioner på og uden for Færøerne (okkara áherðsla).

Nevndin í Magistarafelagnum kemur til ta niðurstøðu, at munirnir eru so týðandi, at her er í veruleikanum talan um tvær ymiskan lýsingar til sama starv. Ein til føroyskar umsøkjarar og ein onnur til danskar og aðrar møguligar umsøkjarar. Hetta er valla íkomið av tilvild í týðingini, tí sum tað framgongur av málinum leggur landsstýrismaðurin í mentamálum serligan dent júst á fyrra av hesum ískoytum.

2. Setanartilgongdin ? skiftandi grundarlag fyri viðgerð

Hesin mismunur millum føroysku og donsku lýsingarnar hevur frá byrjanini havt við sær, at umsøkjararnir hava søkt starvið og fyrireikað seg til setanarsamrøður undir ymiskum fortreytum.
Harumframt vísir setanartilgongdin, at fortreytirnar fyri setanina eru meira og annað enn tað, sum gongur fram av starvslýsingunum. Tað vísir seg, at landsstýrismaðurin sjálvur arbeiðir út frá nøkrum fortreytum, sum ikki eru orðaðar í starvslýsingunum, og sum ikki koma fram í ljósið fyrr enn eftir at avgerðin er tikin. Tær verða útgreinaðar í brævi frá landsstýrismanninum til Símun V. Arge, tá hann fær boð um, at hann ikki hevur fingið starvið. Tað tykist eftir setanartilgongdini at døma, sum at setanarnevndin heldur ikki hevur verið kunnað um, hvørjar fortreytir og framtíðarætlanir landsstýrismaðurin hevur havt fyri starvið.
Tá ið landsstýrismaðurin tann 20. desember 2002 biðjur setanarnevndina um at útgreina sína innstilling frá 10. desember ynskir landsstýrismaðurin, at setanin skal bera boð um, hvat Mentamálaráðið ætlar og vil við Føroya Fornminnissavni, og hvør framtíðar uppgávan og avbjóðingin verður hjá tí komandi landsantikvarinum.
Starvslýsingin, sum er grundarlagið undir arbeiðinum hjá setanarnevndini, lýsir uppgávurnar hjá Føroya Fornminnissavni sambært galdandi lógum á økinum í dag. Starvslýsingin gevur ongar ábendingar um, hvørjar framtíðarætlanir landsstýrismaðurin hevur fyri Føroya Fornminnissavn og hevur hetta heldur ikki verið grundarlag undir samrøðuni, Símun V. Arge hevði við setanarnevndina tann 22. november 2002.
Í sínari útgreining dagfest 14. januar 2003 viðger setanarnevndin tey lýstu krøvini til fakligan førleika, leiðslu og samstarvsevni, evni at starvast sjálvstøðugt og miðvíst, at ganga nýggjar leiðir og royna nýggjar avbjóðingar. Harumframt tekur setanarnevndin, eftir serligum boðum frá landsstýrismanninum, støði í tí persónliga førleikakravinum, sum lagt varð afturat í donsku lýsingini, nevnliga, »evni at leiða arbeiði á slíkan hátt, at Føroya Fornminnissavn framhaldandi hevur ein fakligan og granskingarligan profil í føroyska samfelagnum og uttan fyri Føroyar«.
Hóast Símun V. Arge ikki kendi hetta krav tá hann søkti starvið, kemur setanarnevndin kortini til ta niðurstøðuna, at hann er »best egnaður til at røkja starvið sum landsantikvarur, sæð út frá tí, sum starvið fevnir um og ætlandi fer at fevna um framyvir«. Ein samd setanarnevnd leggur afturat í niðurstøðu síni: »Eftir at hava røtt um málið av nýggjum og sett seg í samband við fleiri tilvísingar, er støðan vorðin uppaftur greiðari. Símun V. Arge er sum heild betri egnaður, tí hann hevður góðar fakligar fortreytir, hevur fleiri og meira viðkomandi leiðsluroyndir og hevur betri persónligar eginleikar«.
Tá Símun V. Arge tann 24. januar 2003 fær munnliga fráboðan frá aðalstjóranum um at koma til samrøðu við landsstýrismannin tann 29. januar 2003, fær hann ikki greitt at vita frammanundan, at talan í veruleikanum er um eina nýggja setanarsamrøðu. Undir sjálvari samrøðuni við landsstýrismannin henda dag fær Símun V. Arge heldur ikki greitt at vita, hvørja framtíðarsjónir landsstýrismaðurin sjálvur hevur fyri Føroya Fornminnissavn.

3. Grundgevingin ? óupplýstar fortreytir fyri starvið

Nevndin í Magistarafelagnum góðtekur ikki grundgevingina hjá landsstýrismanninum fyri, hví Símun V. Arge ikki hevur fingið starvið. Símun V. Arge hevur ikki fingið at vita í grundgevingini, hví førleikin hjá tí, ið settur er í starvið svarar betur til settu krøvini, enn førleikin hjá sær, eitt nú viðvíkjandi útbúgving, starvsroyndum, persónligum eginleikum og starvsvilja.
Grundgevingin hjá landsstýrismanninum verður sett fram í einum skrivi til Símun V. Arge, ið er ódagfest, ikki journaliserað, ikki undirskrivað av einum embætismanni, og heldur ikki á alment brævpappír hjá Mentamálaráðnum.
Í hesum skrivi stendur, at umframt tær fortreytir, sum eru í starvslýsingini, eru aðrar fortreytir fyri virkseminum hjá Føroya Fornminnissavni, sum landsstýrismaðurin leggur stóran dent á, men sum hvørki hava verið við í starvs-lýsingunum, setanarsamrøðum ella alment kunngjørdar sum framtíðarpolitikkur hjá landsstýrismanninum. Hesar nýggju fortreytirnar tykjast kortini so mikið ítøkiligar, at spyrjast kann, hví tær fyrst koma fram í ljósið eftir at setanaravgerðin er tikin. Landsstýrismaðurin sigur í skrivinum til Símun V. Arge at Føroya Fornminnissavn m.a. skal:

? geva gransking og vísindaligum arbeiði størri leiklut

? í størri mun gerast partur av altjóða granskingarverkætlanum og harvið gera Føroyar sjónligar í altjóða høpi

Slíkar raðfestingar hava við sær størri broytingar og avleiðingar fyri framtíðarskipanina av savnsvirksemi í mun til verandi støðuna, sum grundað er á galdandi lógir á fornminna- og savnsøkinum í Føroyum í dag.
Landsstýrimaðurin skriv-ar, at eftir gjølla at hava viðgjørt umsóknir, tilmæli, samrøður og fortreytir fyri starvinum er greitt, at úr einum heildarsjónarmiði er annar umsøkjari, sum er betur egnaður til starvið. Trupulleikin er, at heildarsjónarmiðið hjá landsstýrismanninum hevur týðuliga ikki verið grundarlagið í setanartilgongdini, men kemur fyrst til sjóndar eftir at avgerðin er tikin. Símun V. Arge hevur ikki havt møguleikar at fyrihalda seg til hesi sjónarmiðini í heildarviðgerðini.
Síðani ynskir nevndin at gera vart við, at Símun V. Arge hevur tey seinastu árini í fleiri tíðarskeið, tilsamans 4 ár, virkað sum settur landsantikvarur. Hetta hevur verið ein sera trupul tíð fyri stovnin og setta leiðaran. Orsakirnar til hesa støðu eru í høvuðsheitum at finna í eini vána-ligari viðferð og umsiting av stovninum hjá tí til eina og hvørja tíð sitandi landsstýrismanni í mentamálum. Nevndin sær ikki, at leiðsluroyndirnar, Símun V. Arge hvur vunnið sær undir hesum viðurskiftum á nakran hátt eru komnar honum til góðar í heildarviðgerðini hjá landsstýrismanninum, og ei heldur at tað alment verður roknað honum til fyrimun at hava leitt tann stovn, hann hevur søkt fast leiðarastarv á.
Í hesum sambandi verður víst á niðurstøðuna hjá setanarnevndini í fyrstu innstillingini tann 10. desember 2002, har fylgjandi verður tikið fram:

Føroya Fornminnissavn hevur ikki ment seg nóg væl seinastu árini, men eftir nevndarinnar meting, stava hesi viðurskifti helst frá tí ótrygd honum (t.e. Símun V. Arge) hevur verið fyri sum fyribilssettur leiðari, og at ein fastari setan kann broyta hesi viðurskifti.

Sum fyribilssettur landsantikvarur hevur Símun V. Arge í longri tíð og fleiri ferðir gjørt vart við sítt ynski at viðgera viðurskift-ini á fornminnissavninum saman við landsstýris-manninum í mentamálum, men uttan úrslit.

Samanumtikið
Grundleggjandi í endamálsorðingini í setanarpolitikki landsins er at tryggja, at viðkomandi stovnur setir umsøkjara, ið úr einum heildarsjónarmiðið er best egnaður til starvið. Útgangsstøðið fyri at gera ein heildarmeting av umsøkjarunum er, at leiðslan frammanundan hevur gjørt sær greitt, hvat innihaldið í starvinum er, og hvørji krøv verða sett til tann, sum skal røkja starvið. Sum víst er á omanfyri, metir nevndin ikki, at politiska leiðslan í mentamálaráðnum, sum einsamøll hevur mett um umsøkjararnar av nýggjum, frammanundan hevur gjørt sær hetta greitt.
Við støði í nevndu viðmerkingunum, er niðurstøðan hjá nevndini í Magistarafelagi Føroya, at limur okkara Símun V. Arge, ikki kann »vera vísur í, at viðgerðin/avgerðin er farin fram á rættan og rættvísan hátt«, soleiðis sum endamálið í setanarpolitikkinum er lýst.
Magistarafelag Føroya krevur tí at setan landsstýrismansins av landsantikvari verður annullerað.