Høgni Hoydal, Løgtingsmaður
???????????????????????????
Munnligur fyrispurningur til Jógvan við Keldu, landsstýrismann viðvíkjandi rættari kunning um avtalu um útlendsk ítróttarfólk í Føroyum
1.Kann landsstýrismaðurin upplýsa um innihaldið í teirri avtalu, sum undanfarna landsstýrið og danski ráðharrin í útlendingamálum vóru komin ásamt um viðvíkjandi arbeiðs- og uppihaldsloyvum í Føroyum?
2.Kann landsstýrismaðurin vátta, at avtalan snúði seg um at herða umsitingarliga mannagongdirnar sum heild fyri at veita arbeiðs- og uppihaldsloyvi, og samstundis at gera eina smidligari og greiðari skipan fyri at avgreiða umsóknir hjá ítróttarfólki?
3.Kann landsstýrismaðurin vátta, at tað altíð hevur verið eitt krav, at fólk skulu hava arbeiði, bústað og váttan fyri, at tey kunnu forsyrgja sær sjálvum, áðrenn arbeiðs- og uppihaldsloyvi verður veitt?
Viðmerkingar
Í longri tíð hava vit í fjølmiðlunum hoyrt landsstýrismannin í innlendismálum tosað um reglurnar fyri arbeiðs- og uppihaldsloyvi til ítróttarfólk og til útlendska arbeiðsmegi sum heild.
Sum skilst, vil landsstýrismaðurin hava mannagongdirnar herdar fyri at veita arbeiðs- og uppihaldsloyvir í Føroyum.
Í tí sambandi hevur hann boðað frá, at hann fer ikki at seta ta avtaluna í gildi, sum undanfarna landsstýri gjørdi við danska ráðharran í útlendingamálum, Bertel Haarder.
Landsstýrismaðurin hevur somuleiðis boðað frá, at hann vil hava ta mannagongd, at fólk skulu hava eitt arbeiði, áðrenn tey fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
Síðani hevur eitt nú Føroya Arbeiðarafelag hildið uppá, at treytirnar fyri at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi eru linkaðar í Føroyum, og at ítróttarfólk eru ein trupulleiki fyri føroysku arbeiðsmegina.
Spyrjarin skilir snøgt sagt onki av tí, ið higartil er komið fram alment um hetta mál.
Í besta føri er talan um, at landsstýrismaðurin er skeivt endurgivin, ella at ymisk viðurskifti eru komin í bland.
Í ringasta føri er talan um, at beinleiðis skeivir upplýsingar koma frá landsstýrismanninum.
Í fyrsta lagi er tað eitt beinleiðis krav í lógini - og hevur altíð verið tað - at fólk, ið ikki eru norðurlendskir ríkisborgarar, skulu hava arbeiðsgevaraváttan, bústað og/ella váttan fyri, at tey kunnu forsyrgja sær sjálvum, um tey fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
Í øðrum lagi snúði avtalan, sum undanfarna landsstýri gjørdi við Bertel Haarder, seg um at herða og tátta í mannagongdirnar fyri at veita arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum sum heild, meðan ein smidlig skipan varð avtalað, um at avgreiða umsóknir hjá ítróttarfólki.
Samanumtikið gjørdi avtalan við Bertel Haarder mannagongdirnar nógv greiðari, enn frammanundan.
Í henni varð staðfest, at ítróttarfólk kunnu koma til Føroya at royndarvenja og síðani søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Tey kundu hava upp í tvey parttíðarstørv afturat ítróttinum og tilsamans skuldu tey hava eina inntøku, ið svarar til eina minstu verkamannaløn í Føroyum.
Tey kundu ikki byrja at spæla ella taka á seg venjarastarv fyrr enn arbeiðs- og uppihaldsloyvi varð avgreitt.
Tey skuldu eins og onnur bert hava uppihaldsloyvi fyri eitt ár í senn, og um tey missa arbeiðið, so fara tey av landinum.
Avtalan gjørdi eisini greitt, at eftirlit skal vera við, útlendsk arbeiðsfólk halda sáttamálakrøvini hjá føroyskum fakfeløgum og at fólk, ið hava roynt at søkja um friðskjól ella uppihald í Danmark, ikki kunnu søkja víðari til Føroya.
Og tað var eftir avtaluni framvegis landsstýrið, ið skuldi viðmæla, um arbeiðsloyvi skal gevast, og landsstýrið hevði sostatt møguleikar fyri at kanna væl og virðiliga, um arbeiðsloysi var í teirri vinnugrein ella í tí øki í landinum, sum søkt varð um arbeiði í.
Avtalan var sostatt bæði ein herðing av mannagongdunum, sum heild, men hon gjørdi samstundis greiðar og smidligar reglur fyri, hvussu ítróttarfólk fáa somu viðferð og somu viðgerð.
Sum støðan er í løtuni, tykist ongin at vita, hvat vendir upp ella niður, og beinleiðis skeivir upplýsingar verða førdir fram alment.
Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi 23. mars 2004