Viðvíkjandi Leirvíksfjarðarleiðini

Til Vinnumálastýrið

 

Okkum er vorðið kunnugt, at m/f Dúgvan fer í dokk í apríl mðr. og at einasta far, ið verður sett inn í ein heilan mánað, sum skipið er í dokk, er m/f Ternan.

Vit fara at gera vart við, at hetta verður til stóran bága fyri vinnuna her og samstundis verður alt ov trongligt hjá ferðafólki og bilum.

Royndirnar frá farnum tíðin áttu at havt lært okkum, at hetta ikki ber til. Í dag er Dúgvan ov lítil, og við tí skipan vit nú hava, er henda rutan ein stór forðan fyri dagligu ferðingini bæði hjá vinnu o.ø.

Samstundis skal verða gjørt tykkum vart við, at um einir 100 skúlanæmingar ferðast millum Leirvík/Klaksvík v.v. dagliga.

Vit fara tí við hesum at átala hesa líkasælu viðferð av Leirvíksfjarðarleiðini.

Okkum er upplýst, at m/f »Anne Læsø«, sum fyrr hevur avloyst her, kann fáast til leigu henda mánaðin.

Vit fara tí at biðja Vinnumálastýrið og Strandferðsluna at bera so í bandi, at hesi bæði skip kunnu røkj Leirvíksleiðina meðan m/f Dúgvan er í dokk, ella at ein betri loysn verður funnin.

Um hetta ikki verður, koma stórir trupulleikar at standast av hesum bæði fyri vinnuna og ferðafólk annars og soleiðis fyri ferðingina um Leirvíksfjørð.

Ynskjst aðrar upplýsingar, so setið tykkum í samband við okkum.


Løgtingsumboðini

fyri Norðoyggjar

Jógvan við Keldu

Rúna Sivertsen

Heini O. Heinesen

Vilhelm Johannesen