Viðvíkjandi burturvísing av figgjarnevndarskjali

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður

Syrgilig vanlukka rakti Pakistan 8. oktober í ár.
8. november setir blað­mað­­ur spurn­ar­tekin við, hví før­oy­ing­ar ikki veita hjálp til kreppurakta øki. 16. november skal Fíggj­ar­nevndin taka støðu til eitt fíggjarnevndarskjal, har løg­maður biður um 1.5 mió krónur til bráðfeingis hjálp til vanlukkuøkið.
6. januar í á varð líknandi fíggjarnevndarskjal viðgjørt sum bráðfeingishjálp áljóð­andi 3 milliónir krónur til Sunami-vannlukkuna í Suð­ur­indiska havinum, og dags dato eru framhaldandi 2,5 milli­ónir ikki útgoldnar. Um­fatandi vannlukka hótt­ir nógv lond úti í heimi, serstakliga Afrika. Ongin fíggjarnevndarlimur er ímóti at veita hjálp í neyðstøðu, heldur ikki Kári P. Højgaard, men tá nøktandi frágreiðing ikki kundi fáast, hví umbønin ikki kom fyrr enn nú og pen­ingur framvegis stóð á konto til hjálp, vildi eg ikki viðgera hesa umsókn við fíggjarnevndarskjali, men vísti á, at Løgtingið eigur at taka støðu til at veita hesa hjálp.
Tá Løgtingið er saman og semja er um, at at talan er um eitt hastimál, kann víkjast frá tíðarfreistum og málið avgreiðast sama dagin. Eg eri ein av løgtingslimunum, ið mælir til, at málið verður avgreitt á løgtingsfundinum fríggjadagin.
Løgmaður hevði møgu­leikan at avgreiða hetta málið fyri fleiri vikum síðani og var eisini kunnaður um, at tað fór at verða trupult at fáa játtan við fíggjarnevndarskjali. Somuleiðis kundi løgmaður biðið um at fingið snar­við­gerð í Løgtinginum, so málið varð avgreitt eina viku fyrr enn talan er um nú.
Málið er kensluborið og mis­brúkt í ólukku mát. Havi tikið avgerðina eftir bestu sannføring og eri ikki í iva um, at avgerðin um at burt­urvísa umbønina við fíggj­arnevndarskjalið var røtt.