Petur Olsen
???
Vísandi til skrivið frá Mentamálaráðnum, dagf. 6. apríl 2005, so hevur Mentamálaráðið tikið avgerð um, at tilmælið hjá Fornminnisnevndini um at friða Degnshús og tilhoyrandi matrikul, fyri at tryggja varðveitsluna av bygninginum, ikki verður gingin á møti.
Undirritaði hevur tó merkt sær tær nógvu undirskriftirnar, sum samlaðar vórðu inn til tess at fáa húsini varðveitt, samstundis staðfest, at bæði borgarstjórin og varaborgarstjórin, umframt meginparturin av býráðssamgonguni, sum nú situr, alment vóru frammi og boðaðu frá, at hesi ynsktu húsini varðveitt í tí líki, tey nú standa í.
Hetta sampakkar illa við tær ítøkiligu byggiætlanir, sum undirritaði hevur havt, og sum heild er fyri, sambært galdandi byggisamtykt, men í virðing fyri oman fyrinevndu sjónarmiðum, loyvir undirritaði sær við hesum at spyrja um nakar politiskur vilji er fyri, at tann ætlanin, sum politikararnir áður hava givið úttrykk fyri, verður gjøgnumførd.
Tá so er, vil undirritaði koma til samráðingar hesum viðvíkjandi, men verður samstundis biðið um, at hetta verður gjørt í allar nærmastu framtíð, vísandi til, at umsókn mín um byggiloyvi á nevnda øki nú hevur ligið óvanliga leingi hjá kommununi, hóast byggiumsitingin hevur viðmælt ætlanini.