Viðv. ferðasambandi Klaksvíkar

Býráðið hevur seinastu tíðina fingið ófrættakendar upplýsingar viðvíkjandi umstøðunum á farleiðini til og frá Klaksvíkini og Norðoyggjum.

 

Steinbjørn O. Jacobsen

borgarstjóri


Býráðið hevur seinastu tíðina fingið ófrættakendar upplýsingar viðvíkjandi umstøðunum á farleiðini til og frá Klaksvíkini og Norðoyggjum.

Leiðsla býráðsins hevur tí roynt at ávirka avvarðandi myndugleika til at fremja munagóðar ábøtur, og ætla vit ikki at gevast, fyrr enn málið er rokkið.

Tað er nú vorðið dagligur kostur, at ein mongd av bilum og fólki mugu bíða í tímavís eftir plássi umborð á verandi ferju, Dúgvuni, áðrenn tann hart kroysta manningin umborð endiliga fær møguleikan at flyta sínar kundar um fjørðin.

Hesum kann Klaksvíkar Býráð als ikki liva við longur, og verður við hesum heitt á landsstýrismannin um beinanvegin at gera nakað ítøkiligt fyri at bøta um hesa fyri bý okkara sera skaðiligu støðu.

Tað nøktar snøgt sagt ikki longur tørvin, at Klaksvíkin bert fær tikið ímóti 30-40 akførum pr. túr við so avmarkaðum túratali. Mint verður á, at vit her tosa um næststørsta býin í landi okkara, sum hóast ringu umstøðurnar framvegis er ein av leiðandi miðstøðunum innan høvuðsvinnu okkara.

Umframt skaðan á persónliga trivnaðin og tað frítíðarlív, sum er í býnum, er verandi farleið um Leirvíksfjørð ein álvarsom hóttan ímóti lívsæðr býarinnar, vinnulívinum, sum dagliga kennir sviðan av at liggja í einum ferðsluliga afturútsigldum útjaðara.

Eingin ivi er um, at verandi umstøður hava kostað Klaksvíkini nógv á vinnuliga økinum, og verður einki gjørt í bræði við hendan stóra trupulleika, fara avleiðingarnar helst at verða óbótaligar.

Tað er tí býráðsins inniliga vón, at landsstýrismaðurin beinanvegin, saman við Strandfaraskipum Landsins, setir tiltøk í verk, sum gera tað møguligt hjá bæði borgarum og vinnulívi at koma rímiliga ótarnaði um fjørðin.

Í hesum sambandi ynskir býráðsleiðslan fund við landsstýrismannin ? helst saman við leiðsluni í Strandfaraskipum Landsins ? har útvegir úr hesi ringu støðu kunnu verða funnir, eisini við atliti til Kalsoynna.

Umframt akuttu støðuna er atvoldin til hetta skriv eisini eitt annað mál, sum fyri framtíð Klaksvíkar og landsins er sera týðandi og avgerandi.


Fasta ferðasambandið um Leirvíksfjørð.

Í sambandi við raðfestingar á langtíðar fíggjarlógini hoyrast leiðandi politikarar í fjølmiðlunum um dagarnar tosa um at útseta ætlaða undirsjóvartunnilin um Leirvíksfjørð.

Vónandi siglir verkætlanin um Leirvíksfjørð tó ikki vandasjógv ? men um so er, er neyðugt at rópa varskó!

Fyri Klaksvíkina og landið alt er fast ferðasamband tann einasta fult nøktandi loysnin, um hesin týðandi partur av Føroyum skal fáa rímilig livilíkindi.

Einar Norðoyggjar, fast knýttar at meginøkinum, fara ósvitaliga vist at geva føroysku framleiðsluni og útflutninginum eitt væl størri íkast, enn umstøður eru til í dag.

Hetta er ein íløga, sum umframt at verða lutvíst sjálvberandi, lønar seg sera væl samfelagsliga ? tað er tí púra burturvið at útseta hana, nú høvið aftaná Vestmannasund er so sjálvsagt.

Kemur undirsjóvartunnilin um Leirvíksfjørð fyrst í drag, kemur hann seinni í lag ? helst ganga áratíggju, hetta gevur søgan so mong dømi um.

Sum kunnugt, stuðlaði Klaksvíkar Býráð vágatunnlinum ? eisini tá onnur talaðu ímóti ? og gongur Klaksvíkar Býráð tú út frá stuðuli, nú tað brennur á her hjá okkum.

Sambært tí politiskt góðkenda kommunuálitinum og tí arbeiði, sum løgmaður síðani hevur sett í gongd, skal málsøkið eldrarøkt í næstum leggjast út til kommunanna fullu ábyrgd og fígging, samstundis sum skattabýtið millum land og kommunur verður broytt tilsvarandi.

Tað er tí burturvið, at landspolitikarar brúka raðfestingar av eldraøkinum á langtíðar fíggjarætlan landsins sum grundgeving fyri útseting av fasta sambandinum um Leirvíksfjørð, tá landið samstundis arbeiðir við at leggja eldraøkið út til kommunurnar.

Her er vert at minna á, at Klaksvíkar Býráð eisini her gongur undan við tiltøkum á eldraøkinum, hóast hetta málsøkið, og tilhoyrandi skattainntøkan, enn liggur hjá landinum.

Heitt verður tí á landins myndugleikar um at raðfesta hesa stóru men sera gevandi íløgu so frammar-laga, at hon kann fara í gongd sum framhald av íløguni um Vestmannasund.

Avrit av hesum skrivi er sent løgmanni.