Viðv.:<DPTAB>&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;umskipan av Føroya Lívstrygging

Vit hava noterað okkum niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini mikudagin tann 21. februar 2002, og er tað nokk ikki nógv vit kunna gera við hesa.

Tó loyva vit okkum fyri góðan ordans skuld at viðmerkja fylgjandi:
Í skrivinum bleiv landsstýrismálanevndin biðin um at taka støðu til skrivliga upplýsing frá landsstýrismanninum um, at gjørdar vóru nágreiniligar løgfrøðiligar kanningar av rættarligu støðuni hjá Føroya Lívstrygging og at niðurstøðan var greið nevniliga, at Føroya Lívstrygging er ein partur av almennu fyrisitingini, sum ein serligur fyrisitingarligur stovnur, og eigur landsskassin eginognina í stovninum.
Hendan upplýsingin hjá landsstýrismanninum er ikki røtt, tí løgfrøðiligu kanningarnar koma til hvør sítt úrslit.
Vit meta ikki, at landsstýrismálanevndin hevur tikið støðu til hendan upplýsingin frá landsstýrismanninum og hevur sostatt ikki svarað tí sum feløgini spurdu um við skrivi frá 05.. juli 2001.
Hinvegin sæst, at landsstýrismálanevndin ger nógv burturúr at løgtingið er upplýst um, at ivi hevur verið er um rættarstøðuna hjá Føroya Lívstrygging. At ivi var um rættarstøðuna hjá Føroya Lívstrygging og at hetta er upplýst løgtinginum, er púra rætt. Hetta verður longu gjørt í skrivligu viðmerkingunum hjá landsstýrismanninum til uppskotið um løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging, har hesin á síðu 3 upplýsir, at ivamál hevur verið um rættarligu støðuna hjá Føroya Lívstrygging. Sostatt er einki nýtt í, at tað hava verið ivamál um hendan spurning og at hettar er upplýst løgtinginum. Tað vistu vit áðrenn vit kærdu. Tað er heldur ikki hetta ið kært verður um.
Tað bleiv kært um, at landsstýrismaðurin upplýsir, at løgfrøðiligu kanningarnar vísa, at niðurstøðan er greið. Vit duga ikki at síggja, at løgtingið eftirfylgjandi, í samband við viðgerð av málinum, nakrantíð fær upplýst, at niðurstøðan hjá løgfrøðiligu kanningunum tvørturímóti koma til hvør sítt úrslit. Sostatt hevur løgtingið frá landsstýrismanninum fingið at vita at løgfrøðingar koma til tað niðurstøðu at eingin ivi er um at Føroya Lívstrygging er almennur stovnur. Hendan upplýsingin, sum faktuelt er skeiv, fráboðar landstýrismaðurin skrivliga til løgtingið, og sær hesin skeivleikin ikki út til at verða rættaður eftirfylgjandi. Hendan skeivleikan tekur landsstýrismálanevndin slet ikki støðu til.
Vísandi til frammanfyri standandi, meta vit sostatt, at landsstýrismálanevndin ikki hevur svarað kæruni hjá feløgunum.
Ásannandi at tað ikki nýttar at brúka meiri tíð og orku uppá landsstýrismálanevndina í hesum málið, skal hettar skriv ikki skiljast sum ein áheitan um uppafturtøku av málinum.
Til seinast skal viðmerkjast, at tað er undrunarvert, at Jógvan Durhuus, løgtingslimur hevur verið við til at tikið avgerð, tá ið sami maður áður hevur upplýst, at hann metti seg verða ógegnigan í málinum.