Fangin, sum rýmdi úr Mjørkadali í farnu viku, er bara enn eitt dømi um at viðurskiftini á hýsa fangum í Føroyum, eru ikki eru nøktandi.
Tað heldur føroyski fólkatingsmaðurin, Sjúrður Skaale.
Hann hevur nú reist málið í Fólkatingi, har hann spyr danska løgmálaráðharranum, Søren Pape Poulsen, eina røð av spurningum um viðurskiftini hjá fangum í Føroyum.
Sjúrður Skaale sigur, at hann hevur verið í Mjørkadali og fingið eitt gott innlit í viðurskiftini. Og tey eru ikki í ordan, staðfestir hann. Tilboðini til fangarnar eru ikki nóg góð, manningin er ov fáment, bygningurin er ov langt burturi, og ov ymisk sløg av fangum sita saman, staðfestir fólkatingsmaðurin.
Hann heldur, at nú mugu vit fáa greiðu á, hvat danska stjórnin, sum varðar av hesum málinum, ætlar sær at gera, sigur fólkatingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin.
- Endamálið er at varpa donsku stjórnini ljós á trupulleikan, og tí havi eg spurt um alt frá ítøkiligu viðurskiftini í Mjørkadali og til, hvørjar ætlanir stjórnin hevur við málinum í sambandi við komandi fíggjarlógina.
Sjúrður Skaale hevur fleiri ferðir áður tikið upp spurningum um umstøðurnar í Mjørkadali - bæði við undanfarnu og sitandi donsku stjórnina.
– Hetta hevur havt við sær, at ávísar ábøtur eru gjørdar, men samanumtikið er ov lítið ítøkiligt komið burturúr. Nú vóni eg at stjórnin tekur væl ímóti spurningunum og lýsir teir á ein hátt, sum vit kunnu arbeiða konstruktivt víðari við, sigur Sjúrður Skaale.
Í hesum sambandi vil hann hava at vita frá Søren Pape Poulsen um hann heldur, at umstøðurnar í Mjørkadali eru nøktandi, og um tær eru líka góðar sum í donskum fongslum og í donskum varðhaldum
Hann vil eisini hava at vita um ráðharrin heldur, at Mjørkadalur yvirhøvur er hóskandi til endamálið, ella um nakrar ætlanir eru um eg bøta um støðuna
Sjúrður Skaale spyr eisini Søren Pape Poulsen um hann er sinnaður at seta eina kanning í verk við tí endamálið at lýsa um Mjørkadalur er hóskandi til at brúka til fongsul, ella um eitt nýtt fongsul eigur at verða bygt í Føroyum.










