Viðurskifti umborð á skipum

Fiskimannafelagið hevur týsdagin aðalfund. Millum evnini, sum vórðu umrødd, vóru sjálvandi tey viðurskifti, sum sjómenn dagliga liva við

Sjómanslív

Fyrst í apríl mánaði fekk Skipaeftirlitið bræv frá Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag um arbeiðs-, gang- og vatnsviðurskifti umborð á føroyskum fiskiskipum.
Skipaeftirlitið hevur svarað aftur og sagt, at hesi viðurskifti umborð á fiskiskipum hava fleiri ferðir verið á lofti á felagsfundum á stovninum.
Tey eldru skipini vóru bygd tá so at siga ongar reglur vóru um hesi viður-skiftir. Skipaeftirlitið fer framyvir at royna at broyta reglarnar um arbeiðshæddir og hæddir í manningarrúmum. I dag eru reglurnar ávikavist 2,00 m og 1,98 m. Hetta vil Skipaeftirlitið royna at broyta munandi; men slíkar broytingar mugu viðgerðast. Her hava feløgini møguleikan at ávirka úrslitið.
Eitt annað, sum Skipaeftirlitið fer at kannað, er fukt/ventilatión í mann-ingarrúmum. Nógv av teimum eldru skipum hava lítla ella onga ventila-tión. Og við hita er so sum so.
Sum kunnugt eru fá skip bygd seinnu árini. Men nú sær út til at glið er við at koma í bygging av skipum. Millum annað verða tvey skip liðugtbygd í Havn til várs. Her eru komnar tekningar um hvussu roynt verður at fyribyrgja gangi í skipunum. Her verður kulda og ljóðbjálva fram móti last og uppundir paunin. Eisini eru dúrk í manningarrúmum løgd flótandi.
Tá fyrsta skipið er liðugt verða ljóðmálingar gjørdar. Úrslitið vil vísa um bjálvingin er nóg góð. Hetta verður framyvir brúkt sum grundarlag. Eftirlitsfólk frá stovninum fara at gera smakkroyndir ella taka royndir av vatninum til kanningar. Møguleiki er eisini fyri at seta krav um, at drekki-vatnið verður kannað regluliga.