Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vil nú hava landsstýriskvinnuna í almannamálum at greina viðurskiftini kring heimleys í Føroyum.
Í grein 52a fyrispurningi hevur Hervør Pálsdóttir spurt Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, um nøkur ætlan er at fáa staðfest við lóg, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum, og hvat verður gjørt fyri at hjálpa teimum, sum eru heimleys í Føroyum.
- Tað er einki nýtt í, at bústaðarneyðin í Føroyum er stór. Fleiri liva í konstantum ótryggleika, tí tey ikki hava fast tak yvir høvdið. Í Føroyum hava vit ikki lóg um heimleys, eins og tey hava aðrastaðni. Fleiri føroyingar uppliva, at eingin hjálp er at fáa, tá tey gerast heimleys, tí ábyrgdin ikki liggur hjá nøkrum ávísum myndugleika, sigur Hervør Pálsdóttir í viðmerkingunum til fyrispurningin.
Eisini vil Hervør Pálsdóttir hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, hvønn heimleys kunnu venda sær til fyri at fáa ta hjálp, ið teimum tørvar, umframt at tingkvinnan vil hava útgreinað, hvussu nógv heimleys eru í Føroyum, og hvør telur sum heimleysur.