Viðurkent dansiband til Føroya

– spælir til almennan dans á Hálsi 12. januar.

 

Leygarkvøldið 12. januar bjóðar Róðrarfelagið Knørrur til almennan dans í høllini á Hálsi við norska dansibandinum Contrazt og heimligu Hans Jacobi og vinmonnum.

 

Contrazt er nýtt í Føroyum, men millum populerastu orkestur í Noregi, har tað gjørdist Ársins Dansiband í 2011 og vann Gullskógvin, sum er fremsti heiður millum slíkar bólkar. Tey eru umbiðin um alt Skandinavia, duga væl at fáa lív í og spæla framúr tónleik.

 

Hans Jacob og vinmenn eru væl kendir frá dansigólvinum og ynskikonsertum í útvarpinum. Teir spæla populerar fóthvirlur og hjartabrúsarar og eru í toppformi til kvøldið, so karmarnir eru settir til eitt rættiligt dansikvøld.

 

Róðrarfelagið Knørrur hevur skipað fyri fleiri slíkum kvøldum fyrr, og sum vant er hugnað um í høllini, so at fólk kunnu svala á sær og fáa eitt hugnaligt prát millum svingini.