Viðurkenning Musikklærarafelag Føroya

tíðindaskriv

Musikklærarafelag Føroya hevur avgjørt at lata eina viðurkenning til persón/ persónar, virki ella feløg, ið hava gjørt eitthvørt munagott fyri musikkskúlan. Vónandi verður hon latin á hvørjum ári. Nevndin kann avgera ikki at lata viðurkenning.
Í ár hevur nevndin avgjørt at lata viðurkenningina til Bergur Debes Joensen, Vár Berghamar Jacobsen og Maud Wang Hansen. Hetta fyri arbeiðið tey tóku á seg í samband við innsavnan av undirskriftum til frama fyri eykajáttan til Føroya Musikkskúla.
Foreldur og avvarðandi hava eisini stóra tøkk uppi-borna fyri megnar innsavningararbeiði um alt landið. Men hesi trý tóku á seg stóru uppgávuna, at fáa allar undirskriftirnar samlaðar inn, taldar upp, og at handa politikkarunum tær.
Maud Wang Hansen skrivaði eisini eitt sera gott og persónligt lesarabræv. Hon greiddi m.a. frá, hvørja gleði hon hevði fingið av at spæla á eitt ljóðføri, og av tónleiki sum heild. Og at hon ynskti at henda gleðin skuldi falla so nógvum menniskjum sum gjørligt í lut.
Fyri sítt persónliga og sera viðkomandi lesara-bræv, fær Maud Wang Hansen eina peningagávu á 2.000 kr., og fyri samskipanina av undirskriftainnsavningina fáa øll trý ein prýðislut frá Musikklærarafelag Føroya.