Viðurkenna mistakið

Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, sigur, at kommunan viðurkennir sítt mistak í hesum málinum við ikki at fylgja teimum ásettu reglunum, sum siga, at um frávik skulu gerast í einum byggiloyvi, so eigur hetta at verða lagt út til grannahoyringar

Klaksvík:
Borgarstjórin sigur, at kommunan hevur biðið sakføraran hyggja málið ígjøgnum, og so kemur hann við einum útspæli.
? Men tað skal ikki vera nøkur loyna, at framyvir fara vit sjálvandi at halda okkum til reglarnar, sum siga, at grannahoyringar skulu til, tá talan er um frávik frá einari byggisamtykt, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Somuleiðis sigur hann, at tað er mikið sannlíkt, at fleiri slík mistøk eru hend frammanundan hesum ávísa málinum.
? Men sum sagt so kemur frávik ikki upp á tal aftur uttan grannahoyringar, sigur borgarstjórin í Klaksvík.
Hann leggur dent á, at hóast tað varð sagt í útvarpi Føroya mikudagin, at umtalaða økið einaferð var útlagt sum parkeringsøki, so er hetta ikki rætt.
? Tað hevur ongantíð verðið samtykt, at hatta økið skuldi nýtast til nakað annað enn sethúsabygging. Men tað var gott nokk upp á tal einaferð, men ongantíð samtykt, sigur Steinbjørn Jacobsen. Tað saman sigur formaðurin í teknisku nevnd, Karl Heri Joensen.
Karl Heri Joensen greiðir eisini frá, at frávikið, ið talan er um, er upp á 46 fermetrar.
? Loyvda ábyggingarstigið er 152 fermetrar, og tað sum vit hava fingið umsókn um er upp á 198 fermetrar, greiðir hann frá.
Og tað eru hesir 46 fermetrarnar, sum Innlendismálaráðið hevur gjørt av, at kommunan ikki hevur heimild til at veita, og tí gekk tað ikki umsóknini frá Klaksvíkar kommunu á møti.