Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, sum saman við Kaj Leo í Bartalsstovu og hinum liðfeløgunum í FH fekk handað gullkrónur og íslandsmeistarasteypið á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum hevur lagt út eina sera góða mynd á Facebook.
Á góðu myndini sæst føroyski landsliðsmálverjin við báðum synunum, seks ára gamla Mathias og fýra ára gamla Jónas, sum eru eins stoltir ella stoltari enn pápin, sum saman við sínum dýrastu skattum eisini vísir fram íslandsmeistarasteypið og steypið fyri at verða ársins spælari í Íslandi.
Enn einaferð hjartaliga tillukku til Gunnar Nielsen og Kaj Leo í Bartalsstovu við íslendska meistaraheitinum.