- Við til at styrkja Klaksvík

Eg vóni at kunna vera við til at styrkja Klaksvíkar Kommunu, so tað bæði búskaparliga og andliga framhaldandi verður millum bestu støð í heiminum at liva og virka, sigur nýggi Vinnu- og Mentanarstjórin í Klaksvík

 

- Eg fari at brúka fyrstu tíðina uppá at byggja upp góð sambond við sterka vinnulívið og ríka mentanarlívið, sum er í Klaksvíkar Kommunu. Men sjálvandi ímyndi eg mær eisini at brúka nógva orku uppá at seta meg inn í viðurskiftini og málini, sum hoyra til starvið. 

 

Tað sigur 30 ára gamli Eirikur í Jákupsstovu, sum 1. januar tekur við starvinum sum Vinnu- og Mentanarstjóri í Klaksvíkar Kommunu. 

 

 

- Onkursvegna upplivi eg mentan og vinnu sum tvær ymiskar rásir, sum av og á hittast. Tað skal ikki tvinnast saman, tá tað ikki hóskar seg, men skal sjálvandi tvinnast saman, tá tað gevur meining. Tó haldi eg tað vera týdningarmikið alla tíðina at virka eftir tí vilja og ynskjum, sum býráð, vinna og mentan hava, sigur Eirikur, tá ið hann verður spurdur um, hvussu økini mentan og vinna hóska saman. 

 

Nú er ein góður mánaður til, at Eirikur í Jákupsstovu tekur við starvinum, og harvið sigur farvæl til eitt starv sum løgfrøðingur á Betri Trygging.

 

- Eg vóni so at hjálpa til við at fáa tingini rigga so væl sum gjørligt. Eg vóni at kunna vera við til føra tær ætlanir út í lívið, sum býráðið setur út í kortið, á ein skynsaman hátt, og soleiðis vera við til at styrkja Klaksvíkar Kommunu, so tað bæði búskaparliga og andliga framhaldandi verður millum bestu støð í heiminum at liva og virka, sigur Eirikur í Jákupsstovu við in.fo í dag.