Við Thor út í heim

Við tí nýggjasta skipinum í Thorflotanum, Thor Omega, sum varð navngivið leygardagin, hevur Thor reiðararíið tikið enn eitt týðandi stig út í heim við sínum virksemi.

Við sínum 23 skipum og meira enn 400 starvsfólkum telist reiðarríið Thor í Hósvík millum størstu fyritøkurnar í landinum. Tað byrjaði við fiskiskapi burturav, men í dag er stórur partur av virkseminum tengdur at frálandavinnu á øllum heimsins høvum.

 

Leygardagurin gjørdist enn eitt vegamót í ungu men spennandi søguni hjá Thor, tá nýggjasta farið í Thorflotanum varð navngivið í Assens á Fjóni. Eins og fyrra skipið, Thor Alfa, er eisini tað seinna bygt á Skála. Sandblásing og liðuggerð fór tó fram í Danmark, og her varð skipið eisini navngivið. Thor syrgdi fyri, at mong av arbeiðsfólkunum vóru boðin við til hátíðarhaldið. Harumframt vórðu umboð fyri undirleverandørar, fíggingarstovnar, landsstýrið o.o.

 

Tað vildi so eisini til, at nýggi landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Johan Dahl, var við til dópin av hesum nýggjasta farinum í føroyska flotanum. Hann varð kosin landsstýrismaður dagin fyri, so ferðin til Danmarkar við Atlantsflogi leygardagin, var hansara fyrsta almenna uppgáva sum vinnumálaráðharri.

 

Føroyskt konsept

Thor hevur arbeitt í frálandavinnuni nú í fleiri ár og hevur havt so mikið góðan byr, at fyritøkan fyri eini tíð síðani fór at fyrireika bygging av tveimum specialbygdum frálandaskipum, meira nágreiniligt, tveimum veitingarskipum hjá seismikkskipum. Eitt meira og minni føroyskt konsept. Henda verkætlanin, sum lat upp aftur dyrnar fyri føroyskum skipasmíði, lat seg gera, tí handverkarafeløgini góðtóku, at polskir sveisarar gjørdu sveisiarbeiði við lønarlagnum í heimlandinum sum grundarlag. Hóast nakað av mótstøðu var í fakfelagshøpi um hesa mannagongdina, so varð hon kortini gjøgnumførd við tí úrsliti, at tey bæði fyrstu skipini eru bygd á Skála, og í løtuni verður tingast um at byggja tvey skip aftrat.

 

Við hesum jaliga framtiðar møguleika í huga hittust leiðsla og handverkarar og onnur við tilknýti til verkætlanina á bryggjuni í Asssens seinasta leygardag til lítið hátíðarhald, har seinna skipi í hesum umfari varð navngivið. Tað var kona norska stjóran í stórreiðaríinum, Fugro Geoteam, sum hevur langtíðarchartrað bæði skipini, ið var gumma at skipinum og gav tí navnið Thor Omega. Ì allarbesta sólskinsverðri hoyrdu tey umleið 100 fólkini champanjufløskuna bresta móti skipasíðuni og eftir tað sang eitt kór frá skipasmiðjuni MEST (fyrr Tórshavnar Skipasmiðja). Stjórarnir báðir, Eyðfinn Egholm frá MEST og Hans Andreas Joensen frá THOR komu við heilsan og góðynskjum til nýggja skipið.

 

Valaskip

Thor Omega sigldi eftir hetta til Middelfart, har samkoma varð fyri innbodnum. Nú skipið er leigað út til uppgávur úti í heimi verður tað neyvan at síggja aftur í Føroyum mongu komandi árini. Við skipinum verða eisini føroyingar og flaggskipari er Hendrik Olsen, sum eisini hevur ført fyrra skipið Thor Alfa.

 

Á siglingartúrinum varð semja um, at hetta nýggjasta farið í føroyska skipaflotanum er eitt valaskip, sum bæði skipasmiðja, reiðarí og ikki minst handverkarar og undirleverandørar kunnu vera errin av.

 

Thor Omega hevur kostað umleið 80 mill. kr. at byggja.

 

Mangt áhugavert var frammi henda góða leygardag. Tað fara vit at taka fram í komandi Vinnubløðum.

 

Í dag klokkan 16 fer fyrsta vinnulívssending í Rás2 av bakkastokki. Tá verður fylgt við hendingini, tá Thor Omega varð navngivið. Í hesum sambandi hevur rásin gjørt fleiri samrøður.