Við TB veitst tú ongantíð

Liðskiparin hjá TB helt, at nervar og persónligir feilir merktu steypafinaluna. ?Men hatta er tað sama sum altíð. Við TB veitst tú ongantíð, segði hon

Flogbóltur

- Hetta var fantastiskt.
Tað var fyrsta viðmerkingin hjá liðskiparanum hjá TB, Svannu Nielsen, aftaná finalusigurin móti Mjølni leygardagin.
Tær vunnu tvey tey fyrstu settini eftir at hava verið aftanfyri í báðum, taptu tað triðja stórt og vunnu so tað fjórða, sum var sera javnt.
- Vit vóru fullar av nervum í byrjanini, og tað sást eisini. Og í triðja setti vóru vit sløvar ? tað er heldur ikki fyrstu ferð, segði Svanna.
Svanna Nielsen helt, at tær allar ? ikki minst hon sjálv ? gjørdu nógvar persónligar feilir, sum høvdu við sær, at Mjølnir kom framum bæði í fyrsta og øðrum setti og eisini vann triðja sett stórt.
- Men hatta er tað sama sum altíð. Við TB veitst tú ongantíð, legði hon afturat.
- Áskoðararnir hjá okkum vóru fantastiskir. Teir hjálptu okkum, tá tað stóð mest á, segði TB-liðskiparin, sum eisini takkaði áskoðarunum fyri stuðulin.

Ov bangnar
Liðskiparin hjá Mjølni, Marjun Kalsø, hevur roynt tað mesta í føroyskum flogbólti. Og eftir at hava vunnið steypafinaluna tvey ár á rað hevur hon nú eisini roynt at tapa hana. Hon helt, at dysturin kundi farið báðar vegir.
- Vit eru væl við í øllum settunum og koma væl frá byrjan, men so gongur galið. Tað er sum um vit blíva bangnar fyri at sláa ígjøgnum og avgera bóltarnar, og so taka tær okkum aftur, segði Marjun, eftir at hon hevði tikið ímóti silvurmerkinum.
- Vit gera eisini alt ov nógvar servifeilir, og tað er kanska størsta orsøkin til, at vit tapa, helt »the grand old woman« í føroyskum flogbólti.

Bara FM eftir
Venjarin hjá TB var sum vera man ein fegin maður aftaná dystin.
- Nú vóna vit, at vit eisini gerast føroyameistarar um eina viku, segði Virgar Djurhuus. TB er so væl fyri í landskappingini, at ein sigur í trimum teimum seinastu dystunum er nóg mikið til at tryggja teimum føroyameistaraheitið ? og tann sigurin kann koma longu næsta vikuskifti.
Um sjálvan dystin helt Virgar, at tað kundi verið betri, men sjálvandi ber illa til at kæra seg um tað.
- Vit byrja ofta veikt, og Mjølnir kom eisini langt framum bæði í fyrsta og øðrum setti. Okkara gjørdu nógvar persónligar feilir, og tað var fyrst og fremst orsakað av nervum, helt venjarin.
- So taptu vit stórt í triðja setti. Tá høvdu leikararnir kroppin inni á vøllinum, men høvdið uttanfyri. Tær hugsaðu ov langt fram.
At TB nú hevur vunnið steypafinaluna og ivaleyst eisini verður føroyameistari, er ikki minst eitt herðaklapp til venjaran. Hann var ikki venjari frá byrjan, men eftir at italski venjarin Emanuele Leoni fór avstað aftur, stutt eftir at kappingin var byrjað, samstundis sum hann tók unnustuna, sum eisini spældi við á liðnum, við sær, hevur Virgar Djurhuus staðið á odda fyri liðnum. Og tað hevur víst seg, at tað als ikki hevur ávirkað úrslitini hjá TB. Eitt gott dømi um, at tann skilabesta loysnin ikki altíð er útlendsk.