Við skrelli eftir posti

Klumma

Fyrr gingu menn um fjøll við tungum byrðum. Sveittin dreiv av teimum, tá ið teir fóru stórleypandi við leypinum á bakinum.

Nú á døgum má eitt postboð ikki stíga meira enn tvey trapputrin við einari avís.

Tá ið menn fyri hundrað árum síðani skuldu til útróðrar, tóku teir árar í hendi, og áðrenn teir vistu av, høvdu teir róð fleiri fjórðingar út á hav.

Nú á døgum skal skrellimaðurin ganga á sløttum – í mesta lagi 20 metrar frá vegnum - ígjøgnum eitt portur, sum stendur opið, fyri at heinta skrelliposan í einum góðkendum skrellistativi.

Nýggjar tíðir skapar nýggjar møguleikar – og avmarkingar. Og tað er ivaleyst gott. Heilt gott.

Og vit skulu øll spæla við. Vit skulu verða við til at effektivisera og rationalisera. Vit skulu syrgja fyri, at postmenn og skrellimenn kunnu arbeiða skjótari og lættari, og tað verða vit noydd at virða. Vit vilja jú sjálvi hava bestu og lættastu arbeiðsumstøður, sum vit kunnu fáa.

Men onkrar løtur kann tað vera eitt sindur festligt at lesa reglugerðirnar, sum eru gjørdar um at heinta skrell og at bera post út. Tað skal í øllum førum ein góður og miðvísur innsatsur til fyri at sleppa av við skrellið og fáa postin bornan til dyrnar. Tú skalt hava skrellistativ og postkasssa á røttum stað til rætta tíð og í rætta standi, og tað er ikki lukkuligt, um tú hevur eitt trapputrin ella tvey, eina brekku til húsini - ella kanska eitt afturlatið portur.

Avleiðingin av hesum er, at allar landsins inngongdir skulu dekorerast við skrellistativum og postkassum. Og hevði tað ikki verið so besverligt, so hevði tað verið frægast at koyrt portrið í skrell.

Undanfarni postverksstjóri hevði eitt hugskot um, at Posta og Rúsan kundu verið løgd saman. Tað hevði verið eitt nógv betur hugskot at lagt Posta og IRF saman. So kundu vit sjálvi farið við skrellinum og heinta postin um somu leið.



(Jensk tekur nýggja mynd av skrellistativi)