Við seinasta sparkinum

Enn einaferð bjargaði sparkiteknikkurin hjá Hans Paula Samuelsen stig til EB/Streym. Hesa ferð tá hann í seinastu sekundunum

Fótbóltur

Heldur ikki í fjórðu royndini eydnaðist EB/Streymi at vinna heimadyst. Møguleikarnir tóktust annars ikki heilt eingir, nú VB kom á vitjan, men hóast støðuna í tunga endanum, so hevur VB serliga á útivølli víst seg sum vandamikið kontra-lið, og tí vistu teir á felagsliðnum, at talan í øllum førum ikki skuldi verða um lætta uppgávu.
Nakað av vindi var eftir vøllinum, og fyri steðgin nýttu teir á heimaliðnum hendan til at leggja trýstið oman á VB-hálvuna. Fleiri ferðir var eisini nær við, at talan gjørdist um heilt góðar møguleikar, men antin var seinasta sendingin ikki nóg neyv, ella var talan um forkølaðar skotroyndir, sum Bjarni Johansen í VB-málinum ikki hevði nakrar trupulleikar av.
Eftir steðgin broyttist gongdin nakað. VB, sum eisini hevði havt nakrar kontra-møguleikar fyri steðgin, var nú í nógv størri mun við til at mynda spælið. Ikki minst, tá teir fleiri ferðir megnaðu at bróta uppspælið hjá EB/Streymi, og tað var eisini hendan uppskriftin, sum varð nýtt, tá gestirnir løgdu seg á odda. EB/Streymur skuldi kontra, men teir mistu bóltin, og so gekk tað skjótt fyri seg. Spælt varð út í síðurnar og so innfyri, og har stóð Jón K. Poulsen púrasta leysur.
Seinastu løtuna royndi VB fyrst og fremst at halda fast um leiðsluna, og hetta eydnaðist eisini, til einir 92 minuttir vóru farnir. Tá fekk EB/Streymur fríspark á brotsteigarmarkinum. Sjálvir vildu teir á heimaliðnum vera við, at talan var um brotsspark, men fyri Hans Paula Samuelsen kundi hetta vera tað sama. Hann gav enn einaferð dømi um framúr sparkiteknikkin, og tó at Bjarni tveitti seg og fekk bóltin, so segði dómarin, at hesin hevði verið innanfyri.
1-1 við seinasta sparkinum í dystinum, og so kundu báðir partar fara til hús við einum stigi hvør. Eitt úrslit, sum bæði helst kunnu liva við, men har serliga vábingarnir mundu iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at halda fast í nøkur fá sekund afturat.