Viðoyingur leggur bók fram á heimavølli

Leygardagin verður bók um tvístøður løgd fram á Viðareiði

Leygardagin verður ungdómsskaldsøgan »Tvístøða«, sum Danial Viðoy hevur skrivað, løgd fram í Viðareiðis skúla.

Danial Viðoy er av Viðareiði, búsitandi í Suðuroy, og tá ið bókin kom út nakað fyri jól, var hann til skips. Nú verður bókin so løgd fram í heimbygdini hjá høvundanum.

Danial Viðoy fer at greiða frá bókini. Upplestur og ummæli verða eisini, og Eydna J. Steinberg, sum teknaði forsíðuna og eisini er av Viðareiði, fer at greiða frá, hvussu tað er at tekna eina forsíðu.

Forlagið Ungu Føoyar gav bókina út, og sigur soleiðis um bókina:

–  Sjónarhornið í bókini er eitt annað, enn vit eru von við. Realisman í »Tvístøðu« er naskari. Lesarin sleppur veruliga at smakka og lukta lívið hjá høvuðspersóninum Bartali heima á Viðareiði eins væl og í Klaksvík, á Mallorka, á Tvøroyri, í Havn, á Íslandsrygginum og í Danmark.

Í ummæli í Vikuskifti í Sosialinum skrivaði ummælarin Sólfinn Hansen soleiðis um bókina:

»Veruligar hendingar verða drignar inn í eina sorgblíða søgu um ein ungdóm, ið hevur sítt at dragast við, og hetta gevur bókini ein stak realistiskan dám.«

Framløgan av »Tvístøða« verður í Viðareiðis skúla leygardagin kl 16:00. Tiltakið er ókeypis.