Tríggir menn, sum komu við Norrønu til Seydisfjørðin gjáramorgunin, høvdu einki samleikaprógv at vísa teimum íslendsku tollarunum, og teir bóðu tollararnar um friðskjól í Íslandi. Tað var ikki eitt mál fyri tollvaldið, og menninir vórðu latnir løgregluni.
Morgunblaðið skrivar, at sum skilst hava menninir verið í Svøríki, áðrenn teir løgdu leiðina til Danmarkar og haðani við Norrønu til Íslands.
Teir eru nú hjá løgregluni í Reykjavík, sum tekur sær av umsóknunum um friðskjól. Einki verður sagt um, hvørjum landi menninir eru úr.