Viðmerkingar til uppskot til samtyktar um strandfaraskipini

Onkur hevur prikað spakuliga, at hetta er ikki javnaðarpolitikkur.
Men hvat er javnaðarpolitikkur?
Er tað, at Sandoy og Suðuroy liggja avbyrgdar kanska upp í ein mánað?

Er tað rætt at Sandoy og Suðuroy einki ferðasamband hava?
Er tað rætt at fólkið ikki sleppa til arbeiðis, ella kanska verða uppsøgd, tí nógv reisa ímillum?
Er tað rætt at okkara børn, sum ganga í skúla, ikki sleppa til og frá skúla, og kanska verða koyrd úr skúlanum?
Er tað rætt, at okkara arbeiðsfólk, sum eru limir í arbeiðarafeløgunum, verða noydd at liggja heima, tí ruturnar eru blokeraðar við ongari løn?
Er tað rætt, at okkara børn og vaksin verða noydd at vera førd um fjørðin við smábátum?
Er tað rætt, at um tú verður noyddur at fara um fjørðin skalt verða noyddur at gjalda einar 500 – 600 kr.?
Er tað rætt, at tú skal brúka Sandoy, Suðuroy o.o. til jarnbrot fyri at fáa mál ígjøgnum?
Er tað rætt, at at tey øki, sum eru ringast fyri, skulu brúkast?
Er tað rætt, at miðstaðarøkið ikki veit, at konfliktir eru á arbeiðsmarknaðinum? Tey liva sítt fría lív, meðan útjaðarin ikki fær neyðsynjarvørur út á bygdirnar?

Fyri at svara tí spakuliga prikinum.
Jú, hetta er javnaðarpolitikkur eftir míni metan.
Hetta er ikki eitt lógaruppskot, men eitt uppskot til samtyktar fyri at noyða partarnar til samráðingar.
Um allar Føroyar kendu sviðan av verkføllunum og ikki bara tey, sum húka á knøunum frammanundan, so var øðrvísi. Tað er vist.
Her, í okkara øki, er tað Sandoy, Skúvoy og Hest. Hví skal tað verða so?
Latið okkum síggja eitt lítið sindur av rættvísi.
Ella er tað ein fyritreyt at lesa mítt uppskot og helst viðmerkingarnar, áðrenn man tekur støðu.
So vælsignaðu partarnir - landstýrið og tey stóru feløgini - farið til samráðingar beinan vegin. Um tað hendur skal eg gjarna taka uppskotið aftur.
Við javnaðarkvøðu