Vegna Landsfelag Pensjónista, Sigvald Kristiansen, form.
Til Almannamálaráðið
At øll, sum búgva á eldrasambýlum, nú skulu gjalda 2000 kr., er eitt ógvisligt stig at taka, upphæddin átti ikki at verið so stór. At gjalda fyri heimahjálp eftir inntøku, er meira rímiligt. Nógv av teimum, sum eru á sambýlum, hava tørv fyri nógvari røkt, slík sambýlir eru at meta sum smá røktarheim, so tað krevur arbeiðsmegi, sum sambýlini ikki hava, og tí má heimahjálpin taka sær av teimum.
Til part 2) og 3) hava vit hesar viðmerkingar:
Allar kanningar millum eldri og hjá almennum myndugleikum vísa, at fólk ynskja at búgva í egnum heimi longst møguligt. Fyri at ganga hesum ynski á møti, er neyðugt at veita eina so dygga heimahjálp sum møguligt til teirra, sum hava tørv fyri tí, meðan tey enn búgva heima, uttan at tað kemur at kosta teimum ov nógv. Tí tey, sum eru ringast fyri fíggjarliga, og bert hava lága inntøku afturat pensjónini, hava ikki meira enn tað, sum krevst til lívsins uppihald og vanligar útreiðslur .
Tí halda vit, at tað er skeivt at áleggja størri gjald fyri heimahjálp hjá heima-búgvandi. Um 3 % verða løgd afturat núverandi tímasatsum, er einki at siga til, men at leggja 15 kr. afturat um tíman og at lækka inntøkumørkini soleiðis sum uppskotið mælir til, vilja vit staðiliga mótmæla, tí úrslitið kann lættliga gerast, at fólk kenna seg trýst til at flyta úr egnum heimi og søkja pláss á stovni av fíggjarligum ávum.
Okkara ráð eru tí, at tað almenna eigur at styrkja munandi um heimahjálpina hjá teimum heimabúgvandi, og ikki leggja størri gjøld á fyri heimahjálp enn gjørt verður longu nú.
Viðmerkingar annars:
Vit siga okkum vera partur av norðurlendsku vælferðarsamfeløgunum og eru í ríkisfelags-skapi við Danmark, ið ikki tekur gjald frá pensjónistum, sum fáa varandi heimahjálp. Tí tykist tað okkum løgið, at tað frá almennari síðu skulu gerast so stór inntriv í skipanini um heimahjálp, og aðrastaðni á eldraøkinum, sum fer at raka teir pensjónistar meinast, sum fíggjarliga eru ringast fyri. Tað er skeiv og vandamikil gongd, um vit flyta okkum frá einum samhaldsføstum vælferðarsamfelag til eitt liberalt vælferðarsamfelag, har bert tey vælbjargaðu klára seg væl, meðan tey minnu mentu ikki hava ráð til teir ágóðar, sum okkara samfelag hevur at bjóða.